Matteus 10,5-15

 

Teksturin í dag er Matteus 10,5-15

Jørgen Andreasen lesur.

v5 Hesar tólv sendi Jesus út, beyð teimum og segði við teir: «Gangið ikki á heidna manna leiðum, og farið ikki inn í nakra bygd hjá Sámáriumonnum; v6 men farið heldur til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi. v7 Og á ferðum tykkara skulu tit prædika og siga: «Himmiríkið er í nánd.» v8 Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar. Fyri einki hava tit fingið tað, fyri einki skulu tit geva tað. v9 Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara, v10 heldur ikki klæðsekk til ferðina ella tvinni klæði ella skógvar ella stav, tí at arbeiðismaðurin er føði sína verdur. v11 Men í hvørjum staði ella hvørjari bygd, sum tit koma í, har skulu tit fregnast um, hvør ið har er, ið er tess verdur, og dvøljist har, inntil tit fara avstað aftur. v12 Og tá ið tit koma inn í eitt hús, tá heilsið tí; v13 og er húsið tess verdugt, tá komi friður tykkara yvir tað; men er tað tess ikki verdugt, tá vendi friður tykkara aftur til tykkara sjálvs. v14 Og um onkur ikki vil taka ímóti tykkum og ikki heldur lýða á orð tykkara, tá farið út úr tí húsi og teirri bygd og ristið dustið burtur undan fótum tykkara. v15 Sanniliga sigi eg tykkum, tað skal gangast Sódomu- og Gómorrulandi frægari á dómadegi enn teirri bygd.