Matteus 11,1-6

 

Teksturin í dag er Matteus 11,1-6

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

1 Tá ið Jesus hevði givið teimum 12 lærusveinunum boð um, hvat teir skuldu gera, fór hann til grannabygdirnar og lærdi prædikaði um Guds ríki. 2 Jóannes doyparin hevði frætt um Jesus verk í fongslinum. Hann sendi nakrar av lærusveinum sínum til Jesus at spyrja hann: 3 “Ert tú tann, sum skalt koma, ella skulu vit vænta ein annan?” 4 “Farið til Jóannesar,” segði Jesus, “og sigið honum, hvat tit sjálvir hava sæð: 5 Deyv hoyra, og blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein, deyð rísa upp, og gleðiboðskapurin um Guds ríki verður boðaður fátækum. 6 Tit hava sæð, at Gud vælsignar tann, sum ikki tekur frástøðu frá mær.

Teksturin frá biblia.fo

v1 Og tað hendi, tá ið Jesus var liðugur við at geva teimum tólv lærusveinum boð, tá fór hann haðani at læra og prædika í bygdum teirra. v2 Men tá ið Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, tá sendi hann boð við lærusveinum sínum og læt siga við hann: v3 «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» v4 Og Jesus svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja: v5 Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin. v6 Og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.»