Matteus 11,25-30

 

Teksturin í dag er Matteus 11,25-30

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

25 Síðan segði Jesus: “Pápi, tú ert Harri yvir himli og jørð. Takk, at tú hevur fjalt hetta fyri vitugum og klókum og avdúkað tað fyri teimum barnsligu. 26 Soleiðis vilt tú hava tað at vera. 27 Alt havi eg fingið frá Pápa mínum. Eingin kennir Sonin uttan Pápin, og ei heldur kennir nakar Pápan uttan Sonurin og teimum hann gevur innlit, sum vita, hvør Pápin er. 28 Komið, øll sum stríðast við arbeiði og eru tyngd av stúran. Hvílið tykkum hjá mær. 29 Takið byrðu mína á herðar tykkara og lærið av mær, tí eg eri tolin og eyðmjúkur, so fáa tit sálarfrið. 30 Byrða mín er góð, og hon er løtt at bera.”

Teksturin frá biblia.fo

v25 Um tað mundið tók Jesus til orða og segði: «Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum! v26 Ja, faðir, tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkaði best! v27 Alt er fingið mær upp í hendur av faðir mínum, og eingin kennir sonin uttan faðirin, og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann. v28 Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. v29 Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. v30 Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.»