Matteus 12,15-21

 

Teksturin í dag er Matteus 12,15-21

Andrias Magnussen lesur.

v15 Men tá ið Jesus fekk hetta at vita, fór hann burtur haðani. Og mong fylgdu honum, og hann grøddi tey øll; v16 og hann legði teimum ríkan við ikki at gera hann kunnan, v17 fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur: v18 «Sí, tænari mín, sum eg kjósaði mær; hin elskaði mín, sum sál mín hevur yndi til! Eg vil lata anda mín koma yvir hann, og heidningunum skal hann kunngera rætt. v19 Ikki skal hann deila, ei heldur rópa upp í há; og ikki skal nakar hoyra mál hansara á gøtunum. v20 Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs. v21 Og til navns hansara skulu heidningar seta sína vón.»