Matteus 12,38-42

 

Teksturin í dag er Matteus 12,38-42

Andrias Magnussen lesur.

v38 Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: «Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.» v39 Men hann svaraði og segði við teir: «Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets. v40 Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum. v41 Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas! v42 Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon!