Matteus 13,44-52

Teksturin í dag er Matteus 13,44-52

Ólavur Jacobsen lesur.

Dýrgripurin
v44 Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina.Perlan
v45 Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. v46 Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana.

Nótin
v47 Uppaftur er himmiríkið líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og savnar saman fisk av øllum sløgum; v48 tá ið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg at henta teir góðu fiskarnar upp í ílát; men teir, ið ikki eru etandi, kasta teir út aftur. v49 Soleiðis skal tað verða við veraldar enda. Einglarnir skulu fara út og skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, v50 og teir skulu kasta tey í eldovnin; har verður grátur og tannagrísl. v51 Fataðu tit hetta alt?» Teir siga við hann: «Ja.» v52 Men hann segði við teir: «Tess vegna er ein og hvør skriftlærdur, sum er vorðin lærusveinur í himmiríki, líkur einum húsbónda, ið tekur fram úr goymslum sínum nýtt og gamalt.»