Matteus 13,53-58
Teksturin í dag er Matteus 13,53-58
Ólavur Jacobsen lesur.
Jesus vrakaður í Nasaret
v53 Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesi líknilsi, tá fór hann avstað haðani. v54 Og hann kom til heimbygd sína og lærdi tey í samkomuhúsi teirra, so at tey gjørdust stórliga bilsin og søgdu: «Hvaðani hevur hann slíkan vísdóm og slíkar kraftargerðir? v55 Er hetta ikki sonur træsmiðarins? Eitur ikki móðir hansara Maria, og brøður hansara Jákup og Jósef og Símun og Judas? v56 Og systrar hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum? Hvaðani hevur hann tá alt hetta?» v57 Og tey tóku sær ilt av honum. Men Jesus segði við tey: «Ikki er ein profetur vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og í sínum egna húsi.» v58 Og hann gjørdi ikki har mangar kraftargerðir vegna vantrúgv teirra.