Matteus 14,1-12

Teksturin í dag er Matteus 14,1-12

Ólavur Jacobsen lesur.

v1 Um hetta mundið frætti Heródes fjórðingshøvdingin tíðindini um Jesus; v2 og hann segði við sveinar sínar: «Hatta er Jóhannes doyparin; hann er risin upp frá deyðum, og tí virka krefturnar í honum.» v3 Tí at Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara. v4 Tí at Jóhannes segði við hann: «Tað er tær ikki loyvt at eiga hana.» v5 Og hann hevði størsta hugin til at drepa hann; men hann óttaðist fyri fólki, tí at tey hildu hann fyri ein profet. v6 Men tá ið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródiasar fyri teimum, og Heródesi líktist væl á hana; v7 og hann svór henni tí dýran eið, at hann vildi geva henni, hvat hon so hevði hugin á. v8 Og eggjað av móður síni sigur hon: «Gev mær higar høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.» v9 Og kongurin varð illa við, men fyri eiða sína og gestanna skuld beyð hann, at tað skuldi verða fingið henni. v10 Og hann sendi boð og læt hálshøgga Jóhannes í fangahúsinum. v11 Og varð komið við høvdi hansara á einum fati, og tað varð fingið gentuni, og hon bar móður síni tað. v12 Og lærusveinar hansara komu og tóku líkið og jarðaðu tað; og teir komu og søgdu Jesusi frá