Matteus 14,13-21

Teksturin í dag er Matteus 14,13-21

Ólavur Jacobsen lesur.

 

v13 Men tá ið Jesus hoyrdi tað, fór hann við báti burtur haðani í ein oyðistað fyri seg sjálvan; men tá ið mannamúgvurnar fingu at vita av hesum, fóru tær aftan á hann til gongu úr bygdunum. v14 Og tá ið hann steig upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, ið sjúk vóru. v15 Men tá ið dagur var komin at kvøldi, komu lærusveinarnir til hansara og søgdu: «Staðurin er oyðin, og tað er longu væl fram; lat nú mannamúgvurnar fara, at tey kunnu koma til bygda og keypa sær mat.» v16 Men Jesus segði við teir: «Teimum nýtist ikki at fara avstað. Gevið tit teimum at eta.» v17 Men teir siga við hann: «Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar.» v18 Men hann segði: «Fáið mær tað higar.» v19 Og hann bað mannamúgvurnar seta seg niður í grasið, og hann tók tey fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini sundur og gav lærusveinunum tey, og lærusveinarnir góvu fólkunum tey. v20 Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett, og teir fyltu upp í tólv fullar tægur av molum, ið vóru til avlops. v21 Men tey, ið etið høvdu, vóru um fimm túsund menn, umframt konur og børn.