Matteus 15,10-20

 

Teksturin í dag er Matteus 15,10-20

Jógvan Højgaard lesur.

v10 Og hann kallaði mannamúgvurnar til sín og segði við tær: «Hoyrið og fatið! v11 Ikki tað, ið fer inn í munnin, ger menniskjuna óreina; men tað, ið fer út úr munninum, tað ger menniskjuna óreina.» v12 Tá komu lærusveinarnir til hansara og søgdu við hann: «Veitst tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av tí, tá ið teir hoyrdu hesa talu?» v13 Men hann svaraði og segði: «Ein og hvør vøkstur, sum himmalski faðir mín ikki hevur sett niður, skal verða slitin upp við rót. v14 Leggið tit einki í teir! Blindir leiðvísarar eru teir fyri blindum; men tá ið blindur leiðir blindan, tá falla teir báðir í veitina.» v15 Men Pætur tók til orða og segði: «Grein okkum hetta líknilsi!» v16 Men hann segði: «Eru tit við so skilaleysir enn? v17 Skilja tit ikki, at alt tað, ið fer inn í munnin, fer í magan og fer út har, sum tað eigur at fara? v18 Men tað, ið fer út úr munninum, kemur frá hjartanum, og tað ger menniskjuna óreina. v19 Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. v20 Hetta er tað, ið ger menniskjuna óreina; men at fáa sær at eta við ótváaðum hondum, tað ger ikki menniskjuna óreina.»