Matteus 15,21-28

 

Teksturin í dag er Matteus 15,21-28

Jógvan Højgaard lesur.

v21 Og Jesus fór burtur haðani og helt ferðini móti bygdaløgunum við Týrus og Sidon. v22 Og sí, ein kánaneisk kona kom út um markaskjalini har og rópaði og segði: «Harri, Dávids sonur, miskunna mær! Dóttir mín er stødd í neyð av einum illum anda.» v23 Men hann ønti henni ikki aftur. Og lærusveinar hansara komu og bóðu hann og søgdu: «Slepp tær frá henni, tí at hon gongur og rópar eftir okkum.» v24 Men hann svaraði og segði: «Eg eri ikki sendur út uttan til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi.» v25 Men hon kom og fell á knæ fyri honum og segði: «Harri, hjálp mær!» v26 Men hann svaraði og segði: «Tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.» v27 Men hon segði: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði.» v28 Tá svaraði Jesus og segði við hana: «Kona, stór er trúgv tín! Verði tær sum tú vilt!» Og dóttir hennara varð frísk frá teirri somu stund.