Matteus 15,29-39

 

Teksturin í dag er Matteus 15,21-28

Jógvan Højgaard lesur.

v29 Og Jesus fór burtur haðani og kom at vatninum í Galileu; og hann gekk niðan á fjallið og settist har. v30 Og stórar mannamúgvur komu til hansara og høvdu við sær lamin, blind, dumm, kryplar og mong onnur; og tey kastaðu tey niður fyri føtur hansara. Og hann grøddi tey; v31 so at mannamúgvurnar undraðust, tá ið tey sóu, at tey dummu talaðu, kryplar vórðu heilskapaðir og lamin gingu og blind sóu. Og tey lovaðu Ísraels Guði. v32 Men Jesus kallaði lærusveinar sínar til sín og segði: «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at longu í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. Og lata tey fara fastandi avstað frá mær, vil eg ikki, fyri at tey ikki skulu fáa maktarloysi á veginum.» v33 Og lærusveinarnir siga við hann: «Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta eina slíka mannamúgvu?» v34 Og Jesus sigur við teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey, og nakrar fáar smáfiskar.» v35 Og hann beyð mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; v36 og hann tók tey sjey breyðini og fiskarnar og takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinunum, og lærusveinarnir góvu mannamúgvuni. v37 Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett; og tað, ið varð til avlops av molum, hentaðu teir upp í sjey fullar tægur. v38 Men tey, ið ótu, vóru fýra túsund menn, umframt konur og børn. v39 Og hann læt mannamúgvurnar fara avstað, og fór tá inn í bátin og kom til bygdaløgini við Magadan.