Matteus 16,1-12
Teksturin í dag er Matteus 16,1-12
Jógvan Højgaard lesur.
v1 Og Fariseararnir og Saddukeararnir komu fram og freistaðu hann og bóðu hann um at sýna teimum eitt tekin av himni. v2 Men hann svaraði og segði við teir: «Um kvøldið siga tit: Tað verður ein góðveðursdagur, tí at roðin stendur á luftini; v3 og um morgunin: Tað verður ein illveðursdagur í dag, tí at luftin er reydlig og dimm. Útsjónd himmalsins duga tit á at skyna; men tíðartekinini kunnu tit ikki týða. v4 Ein ónd og ótrúgv slekt biður um tekin; men annað tekin skal ikki verða henni givið enn tekin Jónasar.» Og hann vendi sær frá teimum og fór avstað. v5 Og tá ið lærusveinarnir komu yvir um hinumegin, høvdu teir gloymt at taka breyð við sær. v6 Men Jesus segði við teir: «Verið ansnir! Varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!» v7 Men teir hugsaðu við sær sjálvum og søgdu: «Tað er tí, at vit ikki hava tikið breyð við okkum.» v8 Men tá ið Jesus varð varur við hetta, segði hann: «Tykkara fátrúnu menn! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um tað, at tit ikki hava breyð við? v9 Skilja tit ikki enn? Ella minnast tit ikki hini fimm breyðini til tey fimm túsund, og hvussu mangar tægur tit tá hentaðu uppí? v10 Heldur ikki hini sjey breyðini til tey fýra túsund, og hvussu mangar tægur tit tá fingu uppí? v11 Hvussu ber tað tá til, at tit ikki fata, at tað ikki var um breyð, eg talaði við tykkum? Men varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!» v12 Tá skiltu teir, at hann ikki hevði sagt, at teir skuldu vara seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna.