Matteus 17,14-21
Teksturin í dag er Matteus 17,14-21
Torleif Johannesen lesur.
v14 Og tá ið teir komu til mannamúgvuna, kom ein maður ímóti honum og fell á knæ fyri honum og segði: v15 «Harri, miskunna syni mínum, tí at hann er mánasjúkur og er ógvuliga ringur; tíðum fellur hann í eld og tíðum í vatn. v16 Og eg leiddi hann higar til lærusveinar tínar; men teir vóru ikki mentir at geva honum heilsubót.» v17 Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Leiðið mær hann higar!» v18 Og Jesus talaði strangliga til hansara, og hin illi andin fór út úr honum, og drongurin varð frískur frá teirri somu stund. v19 Tá komu lærusveinarnir til Jesus einsæris og søgdu: «Hví kundu vit ikki reka hann út?» v20 Men hann segði við teir: «Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: «Flyt teg hiðani og hagar,» og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum. v21 [Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu»].