Matteus 17,22-27
Teksturin í dag er Matteus 17,22-27
Torleif Johannesen lesur.
v22 Men meðan teir ferðaðust um í Galileu, segði Jesus við teir: «Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur; v23 og tey skulu drepa hann, men á triðja degi skal hann rísa upp aftur.» Og teir vórðu heilt sorgarbundnir. v24 Men tá ið teir vóru komnir til Kapernaum, komu teir menn, ið kravdu inn tempulskattin, til Pæturs og søgdu: «Letur meistari tykkara ikki skattin?» v25 Hann sigur: «Jú.» Og tá ið hann var komin inn heima við hús, bar Jesus fyrr upp á mál og segði: «Hvat tykir tær, Símun? Av hvørjum taka heimsins kongar toll ella skatt? Av sonum sínum ella av fremmandum?» v26 Og tá ið hann segði: «Av fremmandum,» segði Jesus við hann: «So eru synirnir fríir tá. v27 Men fyri at teir ikki skulu taka sær ilt av okkum, so far oman á vatn og kasta ein ongul út og tak tann fyrsta fiskin, sum á kemur; og tá ið tú letur munnin sundur á honum, skalt tú finna ein stater. Tak hann og gev teimum hann fyri meg og teg.»