Matteus 18,1-11

 

Teksturin í dag er Matteus 18,1-11

Torleif Johannesen lesur.

v1 Í somu stund komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvør er tá størstur í himmiríki?» v2 Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og setti tað mitt inn ímillum teirra v3 og segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. v4 Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. v5 Og tann, ið tekur ímóti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur ímóti mær. v6 Men tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, ið trúgva á meg, honum var tað betri, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var søktur niður í djúpa havið. v7 Vei heiminum fyri meinbogarnar! Tí at neyðugt er tað, at meinbogar koma, men kortini, vei tí manni, sum meinbogin kemur frá! v8 Men um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg hann av og kasta hann frá tær, tí at betri er tær at ganga lamin ella krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin æviga eldin. v9 Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær; tí at betri er tær at ganga einoygdur inn til lívið enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helvitis eldin. v10 Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlunum. v11 [Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur farið.]