Matteus 20,17-28
Teksturin í dag er Matteus 20,17-28
Jørgen Andreasen lesur.
v17 Og meðan Jesus var á ferð niðan til Jerúsalem, tók hann teir tólv lærusveinarnar einsæris og segði við teir á leiðini: v18 «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og menniskjusonurin skal verða givin upp í hendur á høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða; v19 og teir skulu lata hann í heidna manna hendur at verða spottaðan og húðflongdan og krossfestan; og á triðja degi skal hann rísa upp aftur.» v20 Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað. v21 Men hann segði við hana: «Hvat vilt tú?» Hon sigur við hann: «Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!» v22 Men Jesus svaraði og segði: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?» Teir siga við hann: «Tað kunnu vit.» v23 Hann sigur við teir: «Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.» v24 Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brøðurnar. v25 Men Jesus kallaði teir til sín og segði: «Tit vita, at høvdingarnir yvir fólkaflokkunum eiga valdið á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð. v26 Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; v27 og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara. v28 Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»