Matteus 20,29-34

 

Teksturin í dag er Matteus 20,29-34

Jørgen Andreasen lesur.

v29 Og tá ið teir fóru út úr Jeriko, fylgdi honum ein stór mannamúgva. v30 Og sí, har sótu tveir blindir menn við vegin, og tá ið teir hoyrdu, at Jesus fór framvið, rópaðu teir og søgdu: «Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!» v31 Men mannamúgvan hevði at teimum, at teir skuldu tiga; men teir rópaðu hvaðna harðari og søgdu: «Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!» v32 Og Jesus steðgaði og kallaði á teir og segði: «Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?» v33 Teir siga við hann: «Harri, at eygu okkara mega verða latin upp.» v34 Og Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum.