Matteus 21,12-17
Teksturin í dag er Matteus 21,12-17
Jørgen Andreasen lesur.
v12 Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. v13 Og hann sigur við teir: «Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.» v14 Og har komu blind og lamin til hansara í halgidóminum, og hann grøddi tey. v15 Men tá ið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu hesar undurgerðirnar, sum hann gjørdi, og børnini, sum rópaðu í halgidóminum og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur!» tá harmaðust teir og søgdu við hann: v16 «Hoyrir tú, hvat hesi siga?» Men Jesus sigur við teir: «Ja, hava tit onga tíð lisið hetta: «Av smábarna og bróstabarna munni hevur tú lovsong tær lagað!» » v17 Og hann fór frá teimum og gekk út um staðin, til Betániu, og gisti har um náttina.