Matteus 21,28-32

 

Teksturin í dag er Matteus 21,28-32

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

28 Men hvat halda tit um hesa søguna: Ein maður átti tveir synir. Hann fór til hin fyrra og segði: “Far tú og arbeið í víngarðinum í dag. 29 “nei, eg vil ikki,”segði sonurin. Men seinni angraði hann tað og fór avstað. 30 So fór maðurin eisini til hin sonin og bað hann tað sama. “Ja, pápi, tað skal eg.” Men hann fór ikki. 31 Hvør av teimum gjørdi sum pápin vildi?” ”Hin fyrri,” svaraðu teir. ”Sanniliga sigi eg tykkum: Tollara og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guds ríki, ”segði Jesus 32 ”Jóannes vísti tykkum vegin til Guds, men tit trúðu honum ikki men tollarar og køkjur trúðu honum, men tó at tit sóu tað, angraðu tit tað kortini ikki og fóru at trúgva honum.

Teksturin frá biblia.fo

v28 Men hvat tykist tykkum? Ein maður átti tveir synir; og hann fór til hin fyrra og segði: «Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum.» v29 Men hann svaraði og segði: «Nei, eg vil ikki.» Men seinni iðraði hann seg eftir tí og fór avstað. v30 So fór hann til annan og segði líka so. Men hann svaraði og segði: «Jú, tað skal eg, harri;» men hann fór tó ikki. v31 Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?» Teir siga: «Hin fyrri.» Jesus sigur við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki. v32 Tí at Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegi, og ikki tit trúðu honum; men tollarar og skøkjur trúðu honum; men tó at tit sóu tað, iðraðu tit tykkum kortini ikki eftir tí seinni, so at tit trúðu honum.