Matteus 2,13-23

 

Teksturin í dag er Matteus 2,13-23

Andrias Magnussen lesur.

v13 Men tá ið teir vóru avstað farnir, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: «Statt upp, tak við tær barnið og móður tess og flýggja til Egyptalands og verð har, til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.» v14 Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til Egyptalands; v15 og hann varð har til deyða Heródesar, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið sigur: «Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.» v16 Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið greiði á av vísmonnunum. v17 Tá gekk tað út, ið talað er av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: v18 «Rødd varð hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, – Rakul tað var, ið um børn síni græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til longur.» v19 Men tá ið Heródes var deyður, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði: v20 «Statt upp og tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelslands; tí at teir eru deyðir, ið vildu taka barnið av lívi.» v21 Og hann fór upp, tók barnið og móður tess og kom til Ísraelslands. v22 Men tá ið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín, óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdirnar. v23 Og hann kom hagar og búsettist í eini bygd, ið eitur Nasaret, at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetunum, at hann skuldi kallast Nasareari.