Matteus 22,15-22
Teksturin í dag er Matteus 22,15-22
Pól Jóhannessen lesur.
Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.
15 Tá fóru fariseararnir og samráddust um, hvussu teir kundu seta hann fastan í orðum. 16 Teir sendu sínar tænarar av stað saman við nøkrum av teimum, ið stuðlaðu Heródesi, og bóðu teir siga: “Meistari, vit vita at tú er álítandi, og at tú sigur okkum sannleikan um Guds vilja. Tú lagar teg ikki eftir, hvat onnur halda, og gert ikki mun á fólki. 17 Sig okkum tí, hvat tú heldur: Er tað loyvt okkum jødum at gjalda rómverska keisaranum skatt ella ikki?” 18 Men Jesus gjøgnumskoðaði teir og segði: “Tit eru nakrir falsarar. Hví freista tit meg? 19 Vísið mær myntin, tit gjalda skatt við.” Teir rættu honum ein denar. 20 “Hvør hevur sett sína mynd og sítt navn á myntin?” spurdi Jesus. 21 “Keisarin,” svaraðu teir. “So gevið keisaranum tað, sum keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er,” segði Jesus. 22 Teir undraðust á hetta svar og fóru frá honum.
Teksturin frá biblia.fo
v15 Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum. v16 Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun. v17 Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?» v18 Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: «Tykkara falsarar! Hví freista tit meg? v19 Sýnið mær skattapeningin!» Men teir fingu honum ein denar. v20 Og Jesus sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?» v21 Teir siga: «Keisarans.» Tá sigur hann við teir: «Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!» v22 Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað.