Matteus 22,34-46
Teksturin í dag er Matteus 22,34-46
Andrias Magnussen lesur.
v34 Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman; v35 og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann: v36 «Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?» v37 Men hann segði við hann: « «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!» v38 Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. v39 Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!» v40 Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.» v41 Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði: v42 «Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?» Teir siga við hann: «Dávids.» v43 Hann sigur við teir: «Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur: v44 «Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!» v45 Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» v46 Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning.