Matteus 23,1-15
Teksturin í dag er Matteus 23,1-15
Andrias Magnussen lesur.
v1 Tá talaði Jesus til mannamúgvurnar og lærusveinar sínar og segði: v2 «Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir. v3 Alt tað, sum teir tí siga tykkum, skulu tit gera og taka eftir; men takið ikki eftir gerðum teirra; tí at teir siga tað, men gera tað ikki. v4 Og teir binda tungar byrðar, og leggja tær á herðarnar á monnum; men sjálvir vilja teir ikki nerta tær við einum fingri. v5 Og allar gerðir sínar gera teir, til tess at teir kunnu verða eygleiddir av monnum; tí at teir breiðka um minnisreimar sínar og økja um duskarnar; v6 og teimum líkar væl at fáa tey ovastu sætini í veitslum og teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum v7 og at verða heilsaðir á torgum og at verða kallaðir rabbi av monnum. v8 Men tit skulu ikki lata tey kalla tykkum rabbi; tí at ein er meistari tykkara, og allir eru tit brøður. v9 Og ongan á jørðini skulu tit kalla faðir tykkara; tí at ein er faðir tykkara, hann, sum er í himlunum. v10 Ei heldur skulu tit lata tey kalla tykkum leiðbeinarar; tí at ein er leiðbeinari tykkara, Kristus. v11 Tann, ið er størstur av tykkum, skal vera tænari tykkara. v12 Men hvør tann, ið setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og hvør tann, ið setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt. v13 Men vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit lata himmiríkið aftur fyri monnum; tí at sjálvir ganga tit ikki har inn, og teimum, ið búgvast inn at ganga, geva tit ei heldur loyvi at koma inn. v14 [Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir; tit skulu tí fáa tess strangari dóm.] v15 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit ferðast um til sjós og til lands fyri at vinna ein trúarfelaga; og tá ið hann er vorðin tað, tá gera tit eitt helvitis barn úr honum, tvær ferðirnar verri enn tit eru tað sjálvir.