Matteus 23,29-39

 

Teksturin í dag er Matteus 23,29-39

Andrias Magnussen lesur.

v29 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit byggja upp gravir profetanna og prýða leiði teirra rættvísu og siga: v30 «Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, tá skuldu vit ikki verið í felagi við teimum um blóð profetanna.» v31 Soleiðis geva tit tykkum sjálvum tann vitnisburð, at tit eru synir teirra, ið drópu profetarnar. v32 Fyllið tá eisini tit málið hjá fedrum tykkara! v33 Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar! Hvussu kunnu tit sleppa undan helvitis dómi? v34 Tess vegna, sí, eg sendi til tykkara profetar og vísar og skriftlærdar; summar av teimum skulu tit taka av lívi og krossfesta, og summar av teimum skulu tit húðfleingja í samkomuhúsum tykkara, og tit skulu elta teir úr bygd í bygd; v35 til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars. v36 Sanniliga sigi eg tykkum: alt hetta skal koma yvir hesa ætt. v37 Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. v38 Sí, oyðið skal hús tykkara leivast tykkum. v39 Tí at eg sigi tykkum: Tit skulu frá hesi stund ongalunda síggja meg, fyrr enn tit siga: «Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!» »