Matteus 24,1-8

 

Teksturin í dag er Matteus 24,1-8

Andrias Magnussen lesur.

v1 Og Jesus fór út og gekk burtur frá halgidóminum; og lærusveinar hansara komu til hansara at vísa honum bygningar halgidómsins. v2 Men hann tók til orða og segði við teir: «Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» v3 Men meðan hann sat uppi á Oljufjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsæris og søgdu: «Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?» v4 Og Jesus svaraði og segði við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. v5 Tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Eg eri Kristus,» og teir skulu villleiða mong. v6 Men tit skulu hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar. Verið varnir, at ræðsla ikki kemur á tykkum; tí at hetta má henda, men ikki er endin enn. v7 Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar. v8 Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir.