Matteus 24,23-31
Teksturin í dag er Matteus 24,23-31
Andrias Magnussen lesur.
v23 Um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, her er Kristus!» ella: «har er hann,» tá skulu tit ikki trúgva tí. v24 Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt. v25 Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan. v26 Um tey tí siga við tykkum: «Sí, hann er í oyðimørkini,» tá farið ikki út hagar; «sí, hann er í kømurunum,» tá trúgvið tí ikki. v27 Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma menniskjusonarins verða. v28 Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast. v29 Men brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. v30 Og tá skal tekin menniskjusonarins koma til sjóndar á himlinum; og tá skulu allar mannaættir á jørðini eymka seg, og tær skulu síggja menniskjusonin koma á skýggjum himmalsins við veldi og miklari dýrd. v31 Og hann skal senda út einglar sínar við hvøllum lúðri, og teir skulu savna saman tey útvaldu hansara úr teimum fýra ættunum, frá einum enda á himlinum at øðrum.