Matteus 24,9-22

 

Teksturin í dag er Matteus 24,9-22

Andrias Magnussen lesur.

v9 Tá skulu tey koma tykkum í neyð og trongd og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns míns skuld. v10 Og tá skulu mangir fáa meinboga, og hvør skal svíkja annan, og hvør skal hata annan. v11 Og mangir svikaprofetar skulu koma upp og villleiða mong: v12 og av tí at lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu. v13 Men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. v14 Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma. v15 Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – v16 tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. v17 Tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður eftir tí, ið inni er í húsi hansara; v18 og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum! v19 Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! v20 Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag. v21 Tí at tá skal verða mikil trongd, slík sum hon ikki hevur verið frá upphavi heimsins og til henda dag, og sum hon onga tíð skal verða. v22 Og um hesir dagar ikki vórðu styttir, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu skulu hesir dagar verða styttir.