Matteus 26,20-29
Teksturin í dag er Matteus 26,20-29
Jógvan Højgaard lesur.
v20 Men tá ið kvøldið var komið, settist hann til borðs saman við teimum tólv lærusveinunum. v21 Og meðan teir fingu sær at eta, segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: ein tykkara fer at svíkja meg.» v22 Og teir vórðu ógvuliga harmfullir og fóru at siga við hann hvør fyri seg: «Harri, tað man tá ikki vera eg?» v23 Men hann svaraði og segði: «Tann, ið dyppaði hondina í fatið við mær, hann fer at svíkja meg. v24 Satt er tað, at menniskjusonurin fer burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av! Betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur.» v25 Men Judas, ið sveik hann, tók til orða og segði: «Tað man tá ikki vera eg, rabbi?» Hann sigur við hann: «Nú segði tú tað sjálvur.» v26 Men meðan teir fingu sær at eta, tók Jesus breyð, og hann vælsignaði og breyt tað og gav lærusveinunum tað og segði: «Takið, etið; hetta er likam mítt.» v27 Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: «Drekkið allir úr honum; v28 tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna. v29 Men eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal eg ikki meira drekka av hesi frukt víntræsins, til tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja saman við tykkum í ríki faðirs míns.»