Matteus 26,47-56

 

Teksturin í dag er Matteus 26,47-56

Jógvan Højgaard lesur.

v47 Og meðan hann enn talaði, sí, tá kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein heilur flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og fólksins elstu. v48 Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: «Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann.» v49 Og alt fyri eitt gekk hann fram at Jesusi og segði: «Heilur og sælur, rabbi!» og kysti hann. v50 Men Jesus segði við hann: «Vinur mín, hví ert tú higar komin?» Tá gingu teir at, løgdu hendur á Jesus og tóku hann. v51 Og sí, ein teirra, sum vóru við Jesusi, rætti hondina út og dró svørð sítt, og hann høgdi til tænara høvuðsprestsins og hjó oyrað av honum. v52 Tá sigur Jesus við hann: «Stikk svørð títt aftur í slíðrarnar; tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði. v53 Ella heldur tú, at eg ikki kundi biðið faðir mín, so at hann nú í stundini sendi mær meira enn tólv legiónir av einglum til hjálpar? v54 Hvussu skuldu tá skriftirnar ganga út, at tað eigur so at verða?» v55 Í somu stund segði Jesus við mannaskaran: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. Dag og dagliga havi eg sitið í halgidóminum og lært, og tit tóku meg ikki. v56 Men alt hetta er hent, til tess at skriftir profetanna skuldu ganga út.» Tá fóru allir lærusveinarnir frá honum og rýmdu.