Matteus 26,69-75
Teksturin í dag er Matteus 26,69-75
Jógvan Højgaard lesur.
v69 Men meðan sat Pætur fyri uttan í borgargarðinum. Og ein arbeiðiskona kom yvir til hansara og segði: «Tú vart eisini við Jesusi Galileinginum.» v70 Men hann noktaði fyri tí, so allir hoyrdu, og segði: «Eg veit ikki, hvat tú sigur.» v71 Men tá ið hann var farin út í forgarðin, sá ein onnur arbeiðiskona hann; og hon sigur við teir, ið har vóru: «Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret.» v72 Og hann noktaði uppaftur fyri tí við einum eiði: «Eg kenni ikki tann mannin.» v73 Men eina løtu seinni komu teir at, ið har stóðu, og søgdu við Pætur: «Jú víst ert tú eisini ein av teimum; tí at tú kenst jú eisini á málinum.» v74 Tá tók hann at banna og svørja: «Eg kenni ikki tann mannin.» Og í tí sama gól hanin. v75 Og orð Jesu runnu Pæturi í hug, at hann hevði sagt: «Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann fór útum og græt sárliga.