Matteus 27,1-10

 

Teksturin í dag er Matteus 27,1-10

Jógvan Højgaard lesur.

v1 Men tá ið morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins samráð saman ímóti Jesusi at fáa hann tiknan av lívi. v2 Og teir bundu hann og fóru avstað við honum og góvu hann upp til Pilatus landshøvdingan. v3 Tá ið Judas, sum sveik hann, sá, at hann var dømdur sekur, tá iðraði hann seg eftir tí og fór við teimum tríati silvurdálunum aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu og segði: v4 «Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.» Men teir søgdu: «Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til!» v5 Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg. v6 Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: «Tað er ikki beint at leggja teir í tempulkistuna; tí at hetta eru blóðpeningar.» v7 Og tá ið teir høvdu lagt ráð saman, keyptu teir fyri teir pottamakara-jørðina at hava til grevstur fyri útlendingar. v8 Tí hevur henda jørðin verið kallað blóðjørðin til dagin í dag. v9 Tá gekk tað orðið út, ið er talað av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: «Og teir tóku teir tríati silvurdálarnar; virðið, ið hann var mettur til, hann, ið teir mettu fyri Ísraels børn; v10 og teir lótu teir fyri pottamakara-jørðina, soleiðis sum Harrin mær beyð.»