Matteus 27,27-44
Teksturin í dag er Matteus 27,27-44
Torleif Johannesen lesur.
v27 Tá tóku hermenn landshøvdingans Jesus við sær inn í borgina og savnaðu alla manningina uttan um hann. v28 Og teir lótu hann úr og hongdu eina skarlaksskikkju upp á hann; v29 og teir flættaðu eina krúnu av tornum og settu honum á høvdið og góvu honum ein sevlegg í høgru hondina; og teir fullu á knæ framman fyri honum og hildu hann fyri háð og søgdu: «Heilur og sælur, tú, Jøda kongur!» v30 Og teir spýttu á hann, og tóku sevleggin og slógu hann í høvdið á honum. v31 Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr aftur skikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði; og teir fóru avstað við honum at krossfesta hann. v32 Men á veginum út hittu teir ein mann frá Kýrene, sum æt Símun. Hann noyddu teir til at bera kross hansara. v33 Og tá ið teir komu út til ein stað, ið nevnist Golgata, tað merkir: ennistaður, v34 góvu teir honum vín blandað við galli at drekka; og tá ið hann hevði smakkað tað, vildi hann ikki drekka. v35 Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: «Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.»]. v36 Og teir sótu har og hildu vakt yvir honum. v37 Og uppi yvir høvdi hansara settu teir sakarmál hansara, soleiðis skrivað: Hetta er Jesus, kongur Jødanna. v38 Síðan vórðu krossfestir saman við honum tveir ránsmenn, annar høgrumegin og annar vinstrumegin. v39 Men tey, ið gingu tvørturvið, spottaðu hann og ristu við høvdinum og søgdu: v40 «Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum, bjarga nú tær sjálvum! Um tú ert sonur Guðs, tá stíg niður av krossinum!» v41 Somuleiðis háðaðu høvuðsprestarnir hann í felagi við hinum skriftlærdu og hinum elstu og søgdu: v42 «Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! Hann er kongur Ísraels! Lat hann nú stíga niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann! v43 Hann leit á Guð. Hann bjargi honum nú, um hann leggur nakað í hann! Tí at hann hevur sagt: «Eg eri sonur Guðs.»» v44 Á sama hátt spottaðu eisini ránsmenninir hann, sum vóru krossfestir saman við honum.