Matteus 27,57-66
Teksturin í dag er Matteus 27,57-66
Torleif Johannesen lesur.
v57 Men tá ið komið var at kvøldi, kom ein ríkur maður úr Arimateu, Jósef nevndur at navni, sum eisini sjálvur var vorðin ein lærusveinur hjá Jesusi. v58 Hann fór til Pilatus og bað um likamið av Jesusi. Pilatus beyð tá, at teir skuldu lata hann fáa tað. v59 Og Jósef tók likamið og sveipaði tað inn í reint línklæði, v60 og legði tað í ta nýggju grøv sína, sum hann hevði høgt inn í klettin; og hann velti ein stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað. v61 Men har vóru Maria Magdalena og hin Maria; tær sótu beint yvir av grøvini. v62 Men dagin eftir, sum er dagurin aftan á atfangadagin, komu høvuðsprestarnir og Fariseararnir saman hjá Pilatusi v63 og søgdu: «Harri, okkum rennur í hug, at hesin svikarin segði í livandi lívi: «Um tríggjar dagar rísi eg upp.» v64 Gev tí boð um, at væl verður hildið vakt yvir grøvini líka til hin triðja dagin, fyri at ikki lærusveinar hansara skulu koma og stjala hann og siga fyri fólki: «Hann er risin upp frá deyðum;» og tá munnu hini seinnu svikini verða verri enn hini fyrru.» v65 Pilatus segði við teir: «Her hava tit vaktarmenn; farið avstað og haldið so væl vakt, sum tit vita best.» v66 Og teir fóru avstað og settu góða vakt við grøvina við vaktarmonnunum; aftan á at teir høvdu sett innsigli á steinin.