Matteus 28,9-15

 

Teksturin í dag er Matteus 28,9-15

Torleif Johannesen lesur.

v9 Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: «Heilar og sælar!» Men tær fóru til hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann. v10 Tá segði Jesus við tær: «Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg.» v11 Men meðan tær vóru á leiðini hagar, sí, tá komu nakrir av vaktarmonnunum inn í staðin og søgdu høvuðsprestunum frá øllum tí, ið til hevði borist. v12 Og tá ið teir vóru komnir á fund saman við hinum elstu, hildu teir ráð saman, og teir góvu hermonnunum væl av peningi v13 og søgdu: «Sigið: «Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu.» v14 Og um so verður, at landshøvdingin fær hetta at frætta, so skulu vit tala hann til sættis og halda tykkum sakleysar.» v15 Men teir tóku peningarnar og gjørdu sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi eru komin út millum Jødanna líka til dagin í dag.