Matteus 3,1-12

 

Teksturin í dag er Matteus 3,1-12

Andrias Magnussen lesur.

v1 Men í teimum døgum stígur Jóhannes doyparin fram og prædikar í oyðimørkini í Júdeu, v2 og hann sigur: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.» v3 Tí at hann er tann, ið talað er um av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.» v4 Men hesin sami Jóhannes hevði klæði síni av kamelhárum og eitt leðurbelti um lendar sínar; og føði hansara var grashoppur og villur hunangur. v5 Tá fóru tey út til hansara, Jerúsalem og øll Júdea og alt landið íkring Jórdan; v6 og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí tey játtaðu syndir sínar. v7 Men tá ið hann sá mangar av Farisearum og Saddukearum koma til dóps hjá sær, segði hann við teir: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini? v8 Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, v9 og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: Vit hava Ábraham til faðir; tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum. v10 Men øksin liggur longu við røturnar á trøunum, so at hvørt eitt træ, ið ikki ber góðan ávøkst, verður avhøgt og kastað í eldin. v11 Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg, er sterkari enn eg; og eg eri ikki verdigur at bera skógvar hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi. v12 Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni, og hann skal tína allan sodn sín; kornið skal hann goyma saman í løðuna, men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.»