Matteus 4,12-17
Teksturin í dag er Matteus 4,12-17
Andrias Magnussen lesur.
v12 Men tá ið Jesus hevði fingið at frætta, at Jóhannes var givin upp í fígginda hendur, fór hann avstað burtur til Galileu. v13 Og hann flutti úr Nasaret og kom og búsettist í Kapernaum, ið er við vatnið í Sebulons og Naftalis landslutum, v14 at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur: v15 «Sebulons land og land Naftalis fram við vatninum, landið hinumegin Jórdan, Galilea heidninganna, v16 fólkið, ið sat í myrkri, hevur sæð eitt stórt ljós, og teimum, ið sótu í landi og skugga deyðans, er ljós upp runnið. »v17 Eftir ta tíð tók Jesus at prædika og siga: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!»