Matteus 4,18-25

 

Teksturin í dag er Matteus 4,18-25

Ólavur Jacobsen lesur.

v18 Sum hann nú gekk fram við vatninum í Galileu, sá hann tveir brøður, Símun, ið nevnist Pætur, og Andrias, bróður hansara, ið fingust við at seta gørn í vatnið, tí at teir vóru fiskimenn. v19 Og hann sigur við teir: «Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!» v20 Og alt fyri eitt fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum. v21 Og sum hann gekk longur fram haðani, sá hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara; teir vóru á báti saman við Sebedeusi, faðir teirra, og bøttu gørn síni. Og hann kallaði teir. v22 Og teir fóru við tað sama frá báti og faðir sínum og fylgdu honum. v23 Og hann ferðaðist um í øllum Galileulandi, lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku hjá fólki. v24 Og tíðindi um hann gingu um alt Sýriuland. Og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt og vóru fongd av ymsum sjúkdómum og meinum, bæði tey, ið vóru plágað av illum andum, og mánasjúk og lamin, og hann grøddi tey. v25 Og stórar mannamúgvur fylgdu honum úr Galileu og Dekapolis og Jerúsalem og Júdeu og úr bygdunum handan fyri Jórdan.