Matteus 5,1-12

 

Teksturin í dag er Matteus 5,1-12

Ólavur Jacobsen lesur.

v1 Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara. v2 Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti: v3 «Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. v4 Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. v5 Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. v6 Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. v7 Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa. v8 Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. v9 Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn. v10 Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. v11 Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. v12 Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.