Matteus 5,17-26

 

Teksturin í dag er Matteus 5,17-26

Ólavur Jacobsen lesur.

v17 Haldið ikki, at eg eri komin at avtaka lógina og profetarnar; eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra. v18 Tí at sanniliga sigi eg tykkum: Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt. v19 Hvør tann, sum tí brýtur eitt einasta av hesum minstu boðum og lærir fólk soleiðis, hann skal verða kallaður minstur í himmiríki; men hvør tann, sum heldur tey og lærir tey, hann skal verða kallaður stórur í himmiríki. v20 Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið. v21 Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: «Tú mást ikki sláa í hel; men hvør tann, ið slær í hel, skal verða sekur fyri dóminum.» v22 Men eg sigi tykkum, at hvør, ið er vreiður inn á bróður sín, skal verða sekur fyri dóminum; og hvør, ið sigur við bróður sín: Raka (t.e. armingi), skal verða sekur fyri ráðinum; og hvør, ið sigur: More (t.e. dári), skal verða sekur til helvitis eld. v23 Um tú tí bert fram gávu tína á altarið, og tað har kemur tær í huga, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, v24 so lat gávu tína verða liggjandi har framman fyri altarinum og far fyrst avstað og verð samdur við bróður tín og kom síðan og ber fram gávu tína. v25 Ver skjótur til sættis við mótstøðumann tín, meðan tú ert enn við honum á leið, fyri ta søk at ikki mótstøðumaðurin skal lata teg til dómarans og dómarin til sveinsins og tú verða koyrdur í fangahús. v26 Sanniliga sigi eg tær: Ikki skalt tú sleppa út aftur haðani, fyrr enn tú hevur rindað títt seinasta oyra.