Matteus 5,38-42

 

Teksturin í dag er Matteus 5,38-42

Ólavur Jacobsen lesur.

v38 Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn.» v39 Men eg sigi tykkum, at tit mega ikki seta tykkum ímóti tí illa; men um onkur slær teg undir høgra vanga, tá vend honum hin eisini; v40 og um onkur vil hava sakarmál við teg og taka kyrtil tín, lat hann eisini fáa kappan; v41 og um onkur noyðir teg at ganga eina míl við sær, gakk tvær við honum. v42 Gev tí, ið biður teg, og vend tær ikki frá tí, ið vil læna frá tær.