Matteus 5,43-48

 

Teksturin í dag er Matteus 5,43-48

Ólavur Jacobsen lesur.

v43 Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.» v44 Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, v45 til tess at tit mega verða børn faðirs tykkara, ið er í himlunum; tí at hann letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís. v46 Tí um tit elska tey, ið tykkum elska, hvørja løn eiga tit fyri tað; Gera ikki eisini tollarar tað sama? v47 Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við? v48 Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.