Matteus 6,1-5
Teksturin í dag er Matteus 6,1-5
Jógvan Højgaard lesur.
v1 Varið tykkum, at tit ikki útinna rættvísi tykkara fyri mannaeygum, til tess at verða sædd av teimum; annars hava tit ikki løn hjá faðir tykkara, sum er í himlunum. v2 Tá ið tú letur olmussu, tá skalt tú ikki blása í lúður framman undan tær, eins og falsararnir gera í samkomuhúsunum og á gøtunum, til tess at teir kunnu fáa heiður av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. v3 Men tá ið tú letur olmussu, tá lat ikki vinstru hond tína vita, hvat høgra hond tín ger, v4 at olmussa tín má vera í loyndum, og faðir tín, ið sær í loyndum, skal gjalda tær. v5 Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki vera eins og falsararnir, tí at teimum líkar væl at standa og halda bøn í samkomuhúsum og á vegamótum, til tess at teir mega verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína.