Matteus 6,16-23

 

Teksturin í dag er Matteus 6,16-23

Jógvan Højgaard lesur.

v16 Men tá ið tit halda føstu, tá skulu tit ikki vera daprir í andlitsskapi eins og falsararnir; tí at teir avskapa andlit sítt, til tess at teir kunnu vísa seg fastandi fyri monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. v17 Men tú, tá ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt, v18 at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. v19 Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; v20 men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. v21 Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. v22 Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; v23 men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið!