Matteus 6,6-15

 

Teksturin í dag er Matteus 6,6-15

Jógvan Højgaard lesur.

v6 Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. v7 Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki taka upp í saman nøgd av orðum eins og heidningarnir, tí at teir halda, at teir munnu verða bønhoyrdir fyri orðanøgd sína. v8 Verið tí ikki teimum líkir; tí at faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit biðja hann. v9 Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; v10 komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; v11 gev okkum í dag okkara dagliga breyð; v12 og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; v13 og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. v14 Tí at um tit fyrigeva monnum misgerðir teirra, so skal himmalski faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; v15 men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara.