Matteus 7,1-6
Teksturin í dag er Matteus 7,1-6
Jógvan Højgaard lesur.
v1 Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd; v2 tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált. v3 Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við? v4 Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: «Bíða, lat meg taka flísina út úr eyga tínum!» og sí, ein bjálki er í tínum egna eyga! v5 Tín falsari! Drag fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum. v6 Gevið ikki hundum tað, ið heilagt er, og blakið ikki heldur perlur tykkara fyri svín, at tey ikki skulu traðka tær niður undir fótunum og venda sær við og skræða tykkum sundur.