Matteus 7,13-23
Teksturin í dag er Matteus 7,13-23
Jógvan Højgaard lesur.
v13 Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; v14 tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. v15 Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. v16 Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum? v17 Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir. v18 Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir. v19 Hvørt tað træ, ið ikki ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin. v20 Tí skulu tit kenna teir av fruktum teirra. v21 Ikki hvør tann, ið sigur til mín: «Harri, harri,» skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum. v22 Mangir munnu siga við meg á hinum degi: «Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?» v23 Og tá skal eg siga teimum beint út: «Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.»