Matteus 7,24-29

 

Teksturin í dag er Matteus 7,24-29

Torleif Johannesen lesur.

v24 Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; v25 og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. v26 Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; v27 og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.» v28 Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesar talur sínar, tá stóð mannamúgvan rættiliga bilsin av læru hansara; v29 tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra.