Matteus 7,7-12
Teksturin í dag er Matteus 7,7-12
Jógvan Højgaard lesur.
v7 Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. v8 Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. v9 Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? v10 Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? v11 Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann! v12 Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.