Matteus 8,1-13
Teksturin í dag er Matteus 8,1-13
Torleif Johannesen lesur.
v1 Men tá ið hann gekk oman av fjallinum, fylgdu honum stórar mannamúgvur. v2 Og sí, ein spitalskur maður kom og fell til jarðar fyri honum og segði: «Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.» v3 Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað. v4 Og Jesus sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum frá hesum; men far avstað og sýn teg fyri presti, og ber fram ta gávu, sum Móses hevur ásett, til ein vitnisburð fyri teimum.» v5 Men tá ið hann var komin inn í Kapernaum, kom til hansara ein herhøvdingi og bað hann og segði: v6 «Harri, drongur mín liggur giktsjúkur heima við hús og hevur svára pínu.» v7 Hann sigur við hann: «Eg skal koma og gera hann frískan.» v8 Men herhøvdingin svaraði og segði: «Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær; men sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur. v9 Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir øðrum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.» v10 Tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann og segði við tey, ið fylgdust við honum: «Sanniliga sigi eg tykkum, ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið slíka trúgv. v11 Men eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir at sita til borðs við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki; v12 men ríkisins børn skulu verða koyrd út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl.» v13 Og Jesus segði við herhøvdingan: «Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!» Og drongurin varð frískur í somu stund.